Vit í First Stop kunnu hjálpa tær við stóru maskinunum, um tær hava tørv á dekkhjálp, dekkskifti og øðrum tænastum.
Vit vita, at stórar maskinur eru partur týdningarmiklum rakstri, og tær skulu bara virka, virka og virka.
Vit hava royndir við øllum dekksløgum og -merkjum, so tú kanst trygt lata okkum bøta og skifta dekk og hjól.
Í skiftandi føroyska veðrinum er umráðandi at hava hjól og dekk, ið muna og virka. Verður maskinan nógv brúkt, verða dekkini, sum vera man slitin. Vit siga frá, um vit síggja, at okkurt eigur at verða bøtt ella skift.
Vit hava drúgvar royndir í at veita dekktænastur til lastbilar, og vit hava góða útgerð til tað. Vit arbeiða fyri fólk, feløg og stovnar, og vit bjóða heildarloysnir til allan bilflotan.
Bráfeingishjálp
Øll kenna til trupulleikan, at bilurin punkterar. Tað kostar virkinum pengar og er óheppi fyri uppsteðgaða bilføraran. Vit í First Stop bjóða bráfeingishjálp, sum merkir, at vit senda ein bil á staðið til uppsteðgaða / punkteraða bilin og hjálpa honum víðari.
Avtala
Um tit hava brúk fyri lastbiladekktænastu, so sig okkum frá, so vit kunnu leggja okkara virksemi til rættis eftir tørvinum hjá tykkum. Vit svara fyri og tryggja, at lastbilatænastan er dygdargóð, lagalig og smidlig.