Hvørja ferð tú snarar lykilin og setir motorin í gongd, brúkar hann olju. Tí skal bilurin sjálvandi hava reglulig oljuskift, so motorurin virkar sum hann skal og best gjørligt.
Hjá First Stop fær bilurin dygdarolju, ið hóskar til motorslagið. Góðir oljueginleikar hava við sær, at motorurin virkar betri og heldur longri.
Vit skifta sjálvsagt olju eftir teimum forskriftum, sum bilurin krevur og sum verksmiðjan viðmælir.
Tøknin í bilunum krevur meira og meira av oljuni.
Nú á døgum koyra bilarnir við kveikjarum (katalysator), bitlafiltrum (partikulfiltrum) og øðrum “grønum” skipanum, sum hava til endamál at minka um dálkingina.
Hesar skipanir eru – sum motorarnir – treytaðar av, at oljan er rein, hevur høga góðsku og rætta nøgd.
Tí hevur tað alstóran týdning, at tú heldur tilmæli og avtalur um oljuskift, so smyrjievnini eru sum best.
Tá ið vit skifta olju, skifta vit eisini oljufiltrið og tað í somu bestu góðsku sum oljuna.
Tí kanst tú varveita verksmiðjugarantiið, tí vit brúka somu góðsku og dygd, sum á upprunalutunum.