Vit hava førleikarnar og framkomna útgerð, sum ger okkum serkøn í 4-hjólsmáting og sporing.
Skjótt og lætt kanna vit, um hjólini og stýrigreiðirnar eru í lagi, og ger hetta, at dekkini halda longri, tí tey slítast minni. Harafturat minkar orkunýtslan.
Um tú merkir, at bilurin dregur annan vegin ella ikki rættar nóg væl upp, tá ið tú kemur úr einum svingi, eigur tú at fáa eina uppmáting.
Vit í First Stop máta hjól og stýrigreiðir við nútímans, neyvum mátitólum, sum vísa óreglusemi. Síðan rætta vit feilin eftir forskriftunum frá verksmiðjuni.
Hvat ger 4-hjólsmáting og sporing?
Stutt sagt ger 4-hjólsmáting og sporing at bilurin stýrir rætt. Stýrir bilurin skeivt, økist slitið á dekkunum, so livitíðin minkar. Eisini økist rullimótstøðan, sum ger at bilurin nýtir meira brennievni.