Nýggju Pirelli Cinturato-dekkini hava fingið hægstu viðurkenning í eini samanbering av sjey premium-sumardekkum í støddini 225/50 R17, gjørd av altjóða dekkportalinum Tyre Reviews.
Royndirnar vórðu framdar á bæði turrum og vátum vegi, og úrslitini vísa, at Pirelli Cinturato stendur seg serliga væl undir ymiskum koyriumstøðum.
Á turrum vegi skaraðu dekkin framúr við framúrskarandi støðugleika, góðum vegtaki, bremsilongd og rullimótstøðu.
Á vátum vegi vóru dekkini eisini millum tey bestu í flokkinum. Tey kláraðu seg serliga væl í "aquaplaning" testini, har tey kláraðu seg best av øllum dekkum.
Við framkomnari tøkniligari menning innan tilfar og bygnaða, er Cinturato-dekkið besta valið tá ið tala er trygd og koyrieginleikar um summarið.