Fleiri og fleiri føroyingar velja at koyra el-bil. El-bilurin er væl egnaður til koyring í føroyum, tí avstandirnir eru ikki so langir, og longu nú eru fleiri almennar løðistøðir kring landið. El-bilar eru tyngri enn vanligir bensin/disel persónbilar, og eisini akkselererar el-bilur skjótari. Hetta gevur skjótari slit á dekkini, og skalt tú tí vera árvakin um dekk tíni. Vit mæla til, at tú skiftir millum summar- og vetrardekk á hvørjum árið, fyri at leingja um livitíðina á dekkunum.