Tá ið tú letur okkum í First Stop dekkini, tryggja vit tær, at tey verða goymd væl og rætt. Vit tryggja, at dekkini verða goymd í hølum við røttum hita og røttum ljósi.
Tøkniliga merkir tað, at dekkini eru vard ímóti sól og ozoni, sum kann oyðileggja gummiið og gera tað harðari, sum aftur kann ávirka eginleikarnar hjá dekkunum neiliga og gera, at tey oftari skulu skiftast.
Tá ið tú goymir dekkini hjá First Stop, er tað lætt at skifta millum summar- og vetrardekk. Vit kunnu eisini vaska dekk og felgur, so alt er í besta og vakrasta standi, tá tað aftur skal á bilin.
Tá vit skifta dekk, felgur og hjól, kunnu vit eisini javnviga tey, og vit kanna sjálvandi lufttrýstið og spenna hjólini rætt. Dekkini halda longri, koyra betri og bilurin brúkar minni brennievni, um lufttrýstið er rætt.