Føroyska veðurlagið er hart fyri bremsurnar. Regn, vindur, vátaslettingur, kavi o.a. merkir, at skittur og skarn setir seg í bremsurnar. Tað kann slíta tær og hava við sær, at tær knappliga ikki virka.
Vit í First Stop halda og røkja bremsurnar við at skilja tær sundur, reinsa, smyrja og skifta slitnar lutir.
Vit tryggja, at bremsurnar virka, tá ið tú hevur brúk fyri teimum.
Ofta hvørki sært ella hoyrir tú, um bremsurnar ikki virka til fulnar. Onkuntíð kanst tú hoyra skurran og onnur misljóð, ella merkja stoyt og rykk, tá ið tú bremsar. Tá skalt tú skjótast gjørligt biðja um eitt bremsueftirlit.
Bremsurnar hava gott av at verða tiknar sundur, reinsaðar og smurdar hálva hvørt ár. Reinar og væl virkandi bremsur gera, at tú beinanvegin merkir, at tú traðkar á bremsuna.
Flestu nútímans bilar hava bremsur við ABS ella ESP. Tá er neyðugt at bremsurnar eru hildnar við líka, skulu skipanirnar virka sum ætlað. Hetta tryggjar eisini, at bremsurnar virka í neyðstøðu.