Nú veturin nærkast, ræður um hava røttu dekkini undir bilinum,
so at tú altíð kanst kenna teg tryggan á vegnum.
Set teg í samband við okkum, so finna vit loysnina sum passar best til tín.
Eitt hava allir bilar í felag. Tað eru dekkini, ið bera bilin.
Tí eru tey altavgerandi fyri koyrieginleikar og trygd, tá tú setur teg handan rættið.
Niðanfyri er yvirlit yvir tænasturnar, vit veita. Kom framvið og fá kekk uppá tíni dekk.
Síðan 1974 hava vit veitt føroyingum dygdardekk, og framúr góða tænastu.
Vit seta trygd, haldføri og góðsku fremst – bæði til privat- og vinnukundar.
Frankfurter meatball shoulder, ham chuck leberkas cow porchetta tri-tip biltong turkey landjaeger pork chop brisket tail. Prosciutto bresaola burgdoggen pork chop venison drumstick frankfurter doner picanha.
Her niðanfyri finnur tú svar upp á nakrar av vanligastu spurningunum,
um hvussu tú best handfer og ansar eftir dekkunum.
Summardekk skulu skiftast í seinasta lagi tá mynstrið er 1,6 mm. Minst loyvda mynstrið fyri vetrardekk er 3 mm. Betri mynstur gevur betri koyrieginleikar, og økir um trygdina. Vit viðmæla at skifta dekkini í góðari tíð.
Mann kann koyra við vetrardekkum alt árið, men vetrardekk eru viðmæld frá oktober til apríl, ella tá ið hitin er undir 7 °C.
Summardekk eru viðmæld tá ið hitin er omanfyri 7 °C. Tað er ikki loyvt at koyra við summardekkum tá ið hálka er, í tíðarskeiðinum 01. Desember til 01. Apríl
Heilársdekk eru ein kompromisloysn til alt árið. Fyrimunrinir eru, at tey kunnu brúkast alt árið, men tey eru ikki líka góð sum vetrardekk eru í kulda, ella summardekk í hita.
Vetrardekk eru gjørd til kulda, kava og ís. Tey hava betri koyri- og bremsueginleikar tá hitin er lægri enn 7 °C. Vansin er, at tey slítast skjótari og eru ikki eins góð tá hitin er hægri enn 7 °C.
Píkadekk eru vetrardekk við metalpíkum, sum hava bestu koyri- og bremsueginleikar tá ið tað er glerstoytt ella sera hált. Vansin er at dekkini larma, slíta asfalt og eru ikki loyvd allastaðni. Minni viðkomandi í Føroyum.
Summardekk eru serliga gjørd til heitt og turt/vátt undirlag. Geva bestu koyri- og bremsueginleikar um summarið og hava besta haldførið. Tey eru vánalig í kava og hálku.
Mælt verður til at kanna lufttrýstið einaferð um mánaðin, og altíð áðrenn longri túrar.
Ov lítið trýst gevur hægri orkunýtslu og skjótari slit. Ov nógv trýst ger dekkið harðari og tey slítast skjótari.
T.d. 205/55 R16 91V: 205 = breidd í mm, 55 = hædd (í % av breidd), R = radial, 16 = felgustødd í tumum, 91 = Eitt index sum vísur hægstu vekt pr. dekk (sí talvu niðanfyri), V = Hægsta ferð (sí talvu niðanfyri).
Á síðuni á dekkinum er ein DOT-koda, har seinastu 4 tølini vísa viku og ár (t.d. 2322 = vika 23 í 2022).
Mælt verður til at flyta dekkini krossvíst (framman/aftan, høgru/vinstru) og mæt verður til at hetta verður gjørt hvørjar 10.000 km fyri javnari slit.
Sól og ljós: Dekk mugu ikki goymast í beinleiðis sól ella sterkum ljósi, tí hetta ger at gummi harnar og sprotnar.
Úti ella inni: Allarbest er at goyma dekk inni í turrum, køldum rúmi við jøvnum hita. Kjallari ella bilskúrur kunnu nýtast, so leingi tað ikki er ov ráligt.
Við felgum: kunnu goymast liggjandi/stáplaði ella hongd upp.
Uttan felgur: skulu goymast standandi og vendast regluliga fyri at halda skapinum.
Reinsing: Vaska dekkini fyri mold, vegsalt og skitt, og lat tey torna væl áðrenn goymslu.
Pakking: Brúka plast sum andar ella serligar dekkposar – ikki innilæsa fukt.
Kemikalii: Goym ikki nærhendis bensini, olju, máling ella øðrum kemikalii, tí hetta kann skaða gummiið.
Hitastig: Best er at goyma við 10–20 °C. Undir 0 °C og yvir 30 °C kann ávirka hald og gummi.
Goymslutíð: Um dekkini verða goymd rætt, kunnu tey halda í 4–5 ár, men kanna altíð DOT-koduna (aldur).
Dekkhotell: Á okkara dekkhotelli bjóða vit goymslu, har dekkini verða varðveitt turr og trygg, og undir røttum umstøðum.